Danska 1. deildarliðið Frem spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti SønderjydskE á útivølli. Dysturin endaði nakað óvænta við, at Frem vann dystin 3-2. Atli Danielsen byrjaði dystin á miðvøllinum, men hann varð skiftur út í hálvleikinum, tá ið fleiri útskiftingar vórðu gjørdar. Atli kom inn aftur smáar 20 minuttir fyri tíð, og spældi seinasta partin av dystinum, tá ið Frem skoraði sigursmálið.