Atli Danielsen var sum vant miðvøllinum frá byrjan, tá ið Frem spældi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Atli og teir høvdu tó ein truplan dyst og noyddust at lúta, hóast teir skaptu sær stórar kjansir. Martin Christensen skoraði tvær ferðir fyri LFA – fyrru ferð í 18. minutti, og seinnu ferðina beint fyri leiklok. Atli Danielsen varð skiftur út móti endanum av dystinum










