Atli og teir missa seks stig

Orsøkin til, at Frem missir seks stig, sum teir hava vunnið í kappingini, er, at teir hava fíggjarligar trupulleikar.

 

Nú verður roknað við, at ein tvangsakkord skipan skal bjarga felagnum, men danska fótbóltssambandið hevur gjørt av at revsa fíggjarliga óskilið.

 

Revsingin er, at felagið missir seks stig, og tey verða nú tikin frá Frem. Avleiðingin er, at Frem dettur niður um niðurflytingarstrikuna og liggur næstaftast í deildini.

 

Ein av spælarunum í Frem er føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen.