Atli og teir lagt sjógv til botnin

Atli Danielsen byrjaði sum vant inni á sentrala miðvøllinum og har spældi hann til tað restaðu 20 minuttir.

Tá var tað framvegis málleyst í Roskilde, men sjey minuttir fyri leiklok kom hol á og heimaliðið legði seg á odda 1-0. Nakrar minuttir seinni staðfesti FC Roskilde sigurin og vann 2-0.

 

Leikliga var einki at koma eftir í Roskilde í gjár, men tey trý stigini, sum Atli Danielsen og hinir siktaðu eftir, komu í hús. Tað merkir, at tað nú er eitt lið og sjey stig sum eru í millum FC Roskilde og FC Kolding, sum liggur beint undir niðurflytingarmarkinum.