Atli og Roskilde taptu

Í kvøld hevði danska 1. deildarfelagið, Roskilde við Atla Danielsen á liðnum vitjan av stórfelagnum, AGF úr Århus. AGF vann dystin 2-0, aftaná hálvleiksstøðuna 0-0.

 

Tað leikaði rættiliga javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini ov eyðsýndur, og AGF tók alt meiri yvir. Verjan hjá Roskilde var alt ov passiv, tá AGF fekk síni mál í 58. og 68. minutti.

 

Venjarin hjá Roskilde, Carsten Broe ásannaði aftaná dystin, at AGF vóru ov sterkir, men hann fegnaðist kortini um hugburðin hjá sínum monnum, og at tað eydnaðist at spæla upp við AGF tann fyrsta lítla tíman av dystinum. - Tá vit kunnu spæla so frægt ímóti fulltíðar yrkisspælarum, so havi eg góðar vónir um, at vit fara at bjarga okkum í deildini, staðfesti Carsten Broe aftaná dystin.