Atli og Bjarni býttu stigini

Tað eru ikki nógvir føroyingar í donskum fótbólti eftirhondini, men í gjár var so møguleiki fyri, at teir tríggir í næstbestu deildini allir vóru á sama vølli samstundis. FC Roskilde við Atla Danielsen og FC Fyn hjá Viljormi Davidsen og Bjarna Jørgensen dystaðust nevniliga í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har FC Fyn er í nokk so trongum skóm.

 

Meðan Atli Danielsen sum vant spældi dystin á tamb fyri FC Roskilde, var Viljormur Davidsen ikki millum teir fyrstu 11 hjá FC Fyn. Í roynd og veru kom hann als ikki á vøllin. Hinvegin fekk Bjarni Jørgensen eina lítla løtu, tá hann varð skiftur inn í yvirtíðini.

Hann kundi saman við Viljormi gleðast um, at tað eydnaðist teimum at venda 3-0 til 3-3. FC Roskilde hevði vunnið sær eina trivaliga leiðslu fyri steðgin og spældi frálíkan fótbólt. Liðið hjá Atla Danielsen megnaði tó at søpla so at siga alt burtur og tveitti tey trý stigini fyri borð, hóast tað eru mong ár síðani, at FC Roskilde fór til hálvleiks við so tryggari leiðslu.

Atli Danielsen og Bjarni Jørgensen taldust ikki millum málskjúttarnar.

 

Eina stigið, sum FC Fyn vann sær, hevur við sær, at teir nú eru ájavnir Kolding FC í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Kolding liggur beint omanfyri niðurflytingarmarkið, men hevur betri málúrtøku enn FC Fyn.

 

FC Roskilde liggur hinvegin nøkunlunda miðskeiðis á stigatalvuni sum nummar níggju við 26 stigum.