Hvørki Atli Danielsen, Gunnar Nielsen ella Andrew av Fløtum sluppu at spæla venjingardyst um vikuskiftið. Frem skuldi spæla ímóti Brøndby, men dysturin varð avlýstur orsaka av kava. Støðan var tann sama hjá Fremad Amager. Atli og Andrew skulu tó ikki stríðast við kava næstu vikuna, tí teir fóru leygardagin við landsliðnum á venjingarlegu undir sólini í Spania.