Danska felagið Frem spældi í gjár ímóti Silkeborg í næstbestu deildini. Silkeborg flutti niður í Superliguni í summar, og teir vunnu eisini dystin í Valby í gjár. Frem var aftanfyri bæði 0-1 og 1-2, men báðu ferð megnaðu teir at javna. Fimm minuttir fyri tíð gjørdi Silkeborg tó eitt mál afturat, og so vunnu teir 3-2. Atli Danielsen spældi á miðvøllinum hjá Frem, men hann varð skiftur út eitt korter fyri tíð, tá ið støðan var 2-2.











