Atli millum teir bestu

Atli Danielsen spældi allan dystiná miðvøllinum, tá ið Frem spældi dyst í donsku 1. deild sunnudagin. Mótstøðuliðið var SønderjydskE, sum liggur í toppinum, og dysturin endaði við javnleiki. Einki mál kom í dystinum. Sambært heimasíðuni hjá Frem var Atli Danielsen millum teir bestu á heimaliðnum, og hann hevði millum annað ein góða langskotsroynd. Málmaðurin Gunnar Nielsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.