Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem fingu einki stig við sær heimaftur úr Kolding í gjár. Dysturin endaði við 3-0 sigri til Kolding, sum hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Sambært heimasíðuni hjá Frem hevur felagið sera ilt við at vinna dystir í Jútlandi, og eisini hesaferð endaði tað við tapi. Atli Danielsen spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum hjá Frem. Gunnar Nielsen var ikki við í hópinum hesaferð.
Tíðindi