Frem var farið Nykøbing Falster at spæla, og dysturin var eisini settur í gongd. Men so fór at kava, og tá ið eitt korter varð farið av dystinum, steðgaði dómarin leikinum. Tá hevði Frem lagt seg á odda 1-0, men Atli Danielsen og liðfelagarnir mugu spæla nýggjan dyst. DBU skal gera av, um heilt nýggjur dystur verður spældur, ella um dystur verður uppafturtikin við støðuni 1-0 til Frem.