Atli longri frá botninum

Várið er komið til Danmarkar, og hjá Frem og Atla Danielsen eru plussstigini farin at gera um seg, eftir at Valby felagið í vetur orsaka av fíggarligum óskili fekk seks minusstig ímóti sær. Í gjár vunnu Atli Danielsen og Frem á heimavølli í Valby 2-1 á grannunum úr Hvidovre. Sigurin ber við sær, at Frem nú er seks stig omanfyri niðurflytingar strikuna. Á liðnum hjá Hvidovre var Lukasz Cieslewicz.