TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við Atla Danielsen, KÍ-veteran á Rás2, beint aftaná 1-1 javnleikin millum Víking og KÍ.
Atli fegnast um enn ein javnleik í Sarpugerði, fyrr í ár spældu liðini 3-3 í Sarpugerði, og við heimasigrinum 3-2 ímóti Víkingi fyrr í ár er KÍ ósigrað ímóti Víkingi hetta kappingarárið. Atli heldur, at KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki, og Víkingur var betra liðið í seinna hálvleiki í dag.
Nú sær Atli fram ímóti dystinum ímóti HB komandi fríggjakvøld á summarfestivalinum í Klaksvík. Við einum sigri kann KÍ toga seg væl inn á fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League fótbólt komandi kappingarár. HB er í skrivandi stund fimm stig frammanfyri KÍ við 32 stigum, KÍ hevur 27 stig.