Atli Gregersen, sum er nýggjur liðskipari á landsliðnum, sær Lettland sum eina stóra avbjóðing á fleiri økjum. Lettland er eitt sterkari landslið enn vit helst geva okkum far um, men liðskiparin vil eisini hava eitt gott avrik, tá trýst er á.
Hoyr ljóðsamrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Vit hava verið í líknandi støðum fyrr, har vit ikki hava avrikað í líknandi dystum. Tá hugsi eg bæði um mótstøðuna, og vit hava ein á papírinum meiri spennandi dyst í seinna dystinum, sigur Atli Gregersen.
Hann veit av royndum, at vit kunnu vinna á líknandi mótstøðu, men hevur somuleiðis fingið eina ávaring so seint sum í summar.
- Eg havi verið við til at vunnið á Estlandi og Litava, men eg spældi eisini móti Ventspils út Lettlandi í summar. Tá koyrdu teir okkum um koll í fyrra hálvleiki, greiðir liðskiparin frá.
Atli Gregersen fegnast annars um góðu gongdina á landsliðnum.