Eftir at hava verið trilvandi fyrstu umfør tykist Frem við Atla Danielsen sum sentralum miðvallara rættuliga at vera komið fyri seg. Leygadagin var Frem á gamla Gentofte stadion, har HIK eigur heimavøll. Frem vann 3-1, eftir at 1. hálvleikur var endaður 1-1.
Stóri maðurin á Frem liðnum var álopsveteranurin Tommy Olsen, sum skoraði øll Frem málini innanfyri smáar 25 minuttir. Atli Danielsen spældi meginpartin av tíðini á miðvøllinum og legði upp til málið til 2-0.










