Atli Hansen í Gøtu hevur lagt frá sær sum formaður í Felagnum Nótaskip. Varaformaðurin Kristian Martin Rasmussen er virkandi formaður, inntil nýggjur formaður er valdur. -Hetta er ein natúrlig gongd at trappa niður, nú eg eri komin eitt sindur upp í árini. 12 ár eru nóg leingi, og nú skal onkur annar sleppa framat, heldur Atli Hansen. Hann verður 65 ár í summar, so nú vil hann fegin so smátt sleppa at njóta sína pensjón. Eg havi fegin vilja sloppið burturúr í eina tíð nú, men tað hevur ikki ordiliga borið til, men nú er tíðin búgvin til at eg leggi frá mær, sigur hann.
Tað hava verið nøkur hendingarrík ár, meðan Atli hevur verið við í Felagnum Nótaskip. Tá ið hann kom uppí fyri 12 árum síðani, var nótaflotin í kreppu. Atli sigur seg minnast, at nógvir ungir menn settu allar sínar pengar í, fyri at fáa Trónd í Gøtu og Finn Fríða til Gøtu. Hendan íløgan ber nú frukt, tí nú gongur sera væl hjá uppisjóvarskipunum.
-Okkara floti hevur endurnýggjað seg og er í dag ein tann mest framkomni í heiminum. Norðhavssildin vitjar í summarhálvuni, og svartkjaftastovnurin er væl fyri. Makrelurin er eisini nógv betri fyri nú, enn hann hevur verið, sigur Atli Hansen.
Hóast tað hava verið nøkur góð ár, meðan Atli hevur verið formaður, so leggur hann dent á, at framgongdin er ikki honum at takka. Men tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur tikið eitt stórt tak, og hann hevur verið ímyndin av Felagnum Nótaskip.
-Onkuntíð eru stovnarnir væl fyri og onkuntíð minni væl. Tað er ikki í okkara hondum, sigur hann.
Nú Atli hevur lagt frá sær, hevur hann møguleika at raðfesta sína tíð øðrvísi. -Tú fært einki gjørt við, at tú eldist, so hóast tað er við sorgblídni, at eg leggi frá mær, so er tað góða í tí, at eg fái betri tíð til frítíðarítrivið. Mær dámar sera væl at putlast í bátinum, og eg fái betri tíð at fara á flot nakrar dagar, sigur Atli Hansen.
Harvið sleppur fyrrverandi sjómaðurin og formaðurin í Felagnum Nótaskip ikki havinum og fiskiskapinum heilt.










