Atli Klein Olsen 65

Í morgin, fríggjadagin 30. oktober, verður Atli Klein Olsen, Undir Kletti, í Havn 65 ár.

Atli er ættaður úr Vestmanna. Hann er sonur Oluffu Klein frá Gjógv og Ingdor Olsen í Vestmanna. Hann gekk bæði í barnaskúla og í preliminerskúla í Vestmanna. Eitt skifti í 1957-58 var hann til skips, men fór tó í læru sum skrivstovumaður hjá SEV í Vestmanna.
Í 1961 kom Atli til Havnar og fór at starvast á Skattadeildini, sum tá helt til úti í Tinganesi - seinni flutti skattadeildin yvir við Strond.

Atli hevur eisini verið fakfelagsleiðari - hann gjørdist formaður í Starvsmannafelagnum eitt skifti í sjeytiárunum. Seinni fór hann at starvast sum bókhaldari hjá bilasøluni Ivan Johansen, har hann var í nøkur ár. Síðani var hann eitt skfiti hjá Jóhannes Berg, til hann í 1991 stovnaði sítt egna bókhaldsvirki, RannTeld. Hetta virkið byrjaði í Dandastovu í Gongini, men flutti seinni í Magnus Heinasonargøtu, har Atli saman við hinum fýra starvsfólkunum framvegis húsast við bókhaldsvirkinum RannTeld.

Í 1962 giftist Atli við Ullu, tey giftust inn undir Kletti hjá Lisu, mammu Ullu, har tey hava búð síðani. Atli og Ulla hittust í Vestmanna í 1957, har Ulla javnan var og ferðaðist. Ulla og Atli eiga tríggjar døtur, Lis (1960), Oluffa (1966) og Guðrið (1973). Ommu- og abbabørnini hjá teimum eru sjey í tali í aldrinum frá 4-19 ár.

Atli og Ulla síggjast hvønn morgun í havnargøtum, tá tey fara tey ein langan gongutúr. Av Reyni gongur leiðin yvir við Strond, niðan á Háls og omanaftur í býin - og túrurin verður gingin í øllum veðri.

Atli er kendur sum ein blíður, róligur og positivur maður, sum ongantíð loypir framav. Av havnarfólki man hann vera at rokna sum ein innføddur havnarmaður, so fastgrógvin hann er í høvuðsstaðnum - kanska sergliga í gamla býarpartinum á Reyni, har hann er teirra millum, sum hava búð har longst.

Føðingardagurin hjá Atla verður hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn í morgin, fríggjadagin kl 19 - har opið hús er, og øll eru hjartaliga væl komin.