Atli klárar seg væl

Venjarin hjá danska 1. deildarfelagnum Frem heldur, at Atli Danielsen og hinir nýggju spælararnir hava staðið seg væl higartil.
- Vit hava nú vant í ein mánað, og vit hava spælt fýra venjingardystir. Tað hevur gingið væl hjá okkum, eg haldi, at serliga verjan hevur verið sterk. Teir nýggju spælararnir hava klára seg væl bæði til venjing og í dystum, sigur Anders Theil, venjari hjá Frem.
Atli Danielsen hevur higartil fingið mest sum fulla spælitíð í øllum venjingardystunum.