Atli hugdi at

Føroyski landsliðsspælarin dugir ikki at ímynda sær, at hann fer at fáa pláss millum teir fremstu ellivu, tá ið Sogndal í dag fer at spæla á heimavølli

ÚTISETI
Mikukvøldið var Atli Danielsen fyri fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum í dystarhøpi. Sogndal var í høvuðsstaðnum og spældi móti Sandefjord. Úrslitið var málleysur javnleikur, og Atli Danielsen varð ikki settur á vøllin.
-Eg hitaði upp, og ætlanin var, at eg skuldi koma inn. Men so broyttist dystargongdin óvæntað, og tískil varð ikki pláss fyri mær. Tíðliga í 2. hálvleiki varð málverjin hjá okkum rikin av vøllinum, tá ið hinir fingu brotsspark. Tá varð neyðugt at gera eina útskifting. Tíbetur bjargaði innskifti málverjin brotssparkinum. Løtu seinni varð ein annar enn tann, sum eg skuldi loysa av, skaddur, og tað var so tað, sigur Atli Danielsen úr Sogndal.
Sogndal fekk brotsspark, tá ið fimm minuttir vóru farnir, men teir misnýttu. Kanska skuldu teir havt latið Atla Danielsen skotið brotssparkið. Hann hevur verið tryggur brotssparksskjútti hjá KÍ!
Teinarnir eru langir í Noregi. Teir koyrdu fimm tímar í bussi, og Atli og teir vóru ikki við hús aftur fyrrenn klokkan trý hósnáttina. Í gjár skuldu teir venja klokkan hálvgum tvey.
 Nógvir spælarar hava verið skaddir í Sogndal. Nú eru teir komnir fyri seg aftur, og tað sigst vera stór kapping um tey ellivu fyrstu plássini.
 - Liðið er ikki so væl plaserað á støðutalvuni. Nú allir eru tøkir, halda teir seg hava besta liðið í næstbestu deildini. Tað sá gott út, meðan vit vóru ellivu mikukvøldið, og tá áttu vit havt skorað mál og vunnið, heldur Atli Danielsen.
 Sogndal skal spæla á heimavølli seinnapartin í morgin. Atli Danielsen roknar tó ikki við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.
 - Eg havi bara vant eina ferð saman við teimum. Talan var um lætta venjing undan ferðini til Sandefjord. Men eg eri klárur at spæla, og eg vil fegin hava spælitíð. Tað hevur ikki minst týdning fyri møguleikarnar hjá mær á landsliðnum, segði Atli Danielsen úr Sogndal á middegi í gjár. Eftir døgurða skuldi hann fyrstu ferð vísa liðfeløgunum og venjaranum, at teir eiga at rokna við honum.