Tá myndamaður okkara leygardagin vitjaði Jellingfestivalin, hitti hann Atla Godtfred úr Havn framman fyri stóru senuna. Atli er við Reyða Krossi á Jellingfestivalinum
Atli Godtfred er saman við sjey starvsfeløgum frá Reyðakrossi Føroyar niðri á Jellingfestivalinum, har tey hjálpa til í vaktarskipaninin hjá Reyðakrossi í DK.
Talan er um ólønt arbeiði, og Reyðikrossur Føroya sendi eisini fólk niður á festivalin í fjør.
Tá portalurin hittiAtla, var hann í gongd við sína vakt, sum varar 12 tíma.