Atli hevur keypt sær frítíðarbát

- Eg havi búð í Vestmanna tað mesta av 11 árum, og mær dámar væl at verða við til bátastevnuna, sum hevur ein hátíðardám yvir sær, sigur gøtumaðurin, Atli Lómstein, sum júst hevur keypt sær bát til frítíðarsigling

VESTMANNA

Tá Sosialurin vitjaði í Vestmanna seinasta fríggjadag, stákaðust menn við at rigga bátabrúgvarnar til, sum nú eru lagdar út í sambandi við ársins bátastevnu, sum stevnan í Vestmanna við sínum 10 árum á baki má sigast at vera.
Men tað var eisini annað lív á bryggjuni hendan dagin, vit vitjaðu. Tá vit vóru fram við bátahylinum, var eisini onkur maður at síggja, sum hevði verið í bátinum og riggað til.

Júst keypt bát
Ein teirra, sum vit skiftu orð við niðri við bátahylin, var gøtumaðurin, Atli Lómstein, sum hevur búð í Vestmanna tað mesta av 11 árum. Hann stákaðist umborð á einum stálbygdum báti, sum lá við brúgvarnar.
- Eg havi júst keypt hendan bátin frá Tummasi Christophersen, vanliga róptur Tommy. Báturin er einar 8 metrar langur og hevur ein Volvo Penta motor, sum er 150 HK. Hetta er ein tungur bátur, og mesta ferðin liggur um einar 8-9 míl.
Fyri at eingin misskiljing skal vera í, leggur Atli aftrat, at tað er ikki reiðarin, Tummas Christophersen, sum er seljari.
Atli Lómstein er fegin um keypið og sigur, at báturin er væl útgjørdur við øllum tí, sum brúk er fyri til stuttleikasigling.
- Her er eisini plottari, ekkolodd, radari, sum bara ikki komin í bátin enn – og gummibátur, leggur hann aftrat.

Á bátastevnu
Atli sigur, at nú verður báturin riggaður til bátastevnuna, sum verður í Vestmanna í vikuskiftinum.
- Báturin er sigliklárur. Tað er bara at starta motorin og loysa, sum hann tekur til.
Spurdur, um báturin er egnaður sum kombineraður fiski-og stuttleikabátur, sigur Atli, at sum fiskibátur er hann neyvan best egnaður, men kortini ber til at standa við eini snellu – ella tráðu, um tað skal verða.
- Hetta er í hvussu er ein góður stuttleikabátur. Her eru tvey vanlig sovipláss, og síðan kann borðið í lugarinum leggjast niður, soleiðis at pláss er fyri trimum liggjandi aftrat.
Atli sigur, at hann hevur verið við til tær flestu bátastevnurnar, sum hava verið í Vestmanna hesi árini, síðan tiltakið varð reist á føtur.
- Soleiðis verður aftur í ár, og vit gleða okkum til hendan dagin, sum hevur ein serligan hátíðardám yvir sær, sigur hann.

Tvey 10-mannafør
Men báturin, sum Atli Lómstein nú hevur keypt, er ikki hin einasti hjá honum. Hann eigur eisini tvey 10-mannafør – eitt, sum liggur í Vestmanna og eitt, sum liggur á Argjum.
- Bæði hesi 10-mannaførini hava Sabb-motorar. Tann í Vestmanna hevur 20 HK – og tann á Argjum 30 HK. Mær dámar væl at fáast við bátar. Eg fari at seta 10-mannafarið, sum liggur í Vestmanna, í stand, og síðan ætli eg mær at selja tann bátin.
Spurdur, um hann keypir bátar, setir teir í stand og selir, eins og onkur ger við bilar, sigur Atli, at soleiðis hongur tað ikki saman.
- Nei, hetta er slett eingin forrætning hjá mær, bara áhugi, leggur hann aftrat.

Trívist í Vestmanna
Hóast Atli Lómstein er gøtumaður, trívist hann kortini væl í Vestmanna.
- Her er gott at búgva. Hetta er ein deilig bygd, og her er veðurgott. Jú, mær dámar væl at búgva í Vestmanna, sigur hann.
Niðri á bryggjuni hevur Atli ein svartan hund við sær.
- Hetta er mín skipshundur, og hann er altíð við mær í bátinum, sigur Atli Lómstein.