Atli Gregersen var ígjøgnum í seinnapartssendingini á Rás2 í dag. Har fortaldi Atli, at hann harmast orðini hann brúkti ímóti Eileri Rasmussen, dómara. Atli fortaldi, at hann hevur sent Eileri eina umbering, sum Eiler hevur góðtikið.
Les eisini: Atli Gregersen rasandi
Atli leggur tó upp til, at vit í miðlunum uttan iva fáa minni gleði av hansara litføgru, oratorisku evnum í framtíðini, tí hann er bangin fyri at verða ov opinskáraður.
Les eisini: FSF: Harðlig átala til Atla Gregersen
Tá tað er sagt, so heldur Atli kortini fast við kritikkin, at tað manglar ein linja í fótbóltsdømingini í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Atla Gregersen. Fremst hoyrist eitt lítið kut av tí minniligu samrøðuni frá mikukvøldinum, tá Vìkingur hevði tapt 1-2 ímóti HB á ovara vølli í Gundadali.