Atli hevði blandaðar kenslur um javnleikin

Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen hevði blandaðar kenslur um 1-1 javnleikin ímóti finska Inter Turku í Europa League undankappingini. Atli ásannaði tó, at tá Sølvi Vatnhamar fekk reyða kortið var neyðugt at halda fast um tað eina stigið. Atli dugdi tó at fegnast um fyrsta altjóða stigið hjá Víkingi.

 

Málskjúttin, Finnur Justinussen fegnaðist um sítt fyrsta altjóða mál fyri Víking. Nýggi venjarin, Sigfríður S. Clementsen helt, at talan var um ein javnan dyst, men hann harmaðist nógva vindin, og helt, at Turku dugdi betur at spæla ímóti vindinum.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra frásøgnina av báðum málunum í dystinum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, Finn Justinussen og Sigfríð S. Clementsen, umframt samanumtøkuna hjá André Olsen, sum var viðmerkjari á Rás2 til dystin í kvøld.