Atli: Hetta er tí vit spæla fótbólt

Rás2: Liðskiparin sleppur í dag at liva eina dreingjadreym

Liðskiparin á landsliðnum gleðir seg til landsdystin í kvøld móti Portugal. Hóast vit taptu heili 6-0 seinast liðini møttust, so er tað ikki ræðsla, sum ræður á føroyska liðskiparanum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

- Hetta er tí vit spæla fótbólt. At sleppa at spæla móti evropameistarunum og Cristiano Ronaldo, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: Liðið er sett

 

Hann er eisini spentur upp á at skula spæla við trimum í verjuni, nú landsliðsvenjarin fer at royna nýggja spælskipan.

 

Les eisini: Eg haldi fram í OB

 

- Tað havi eg ikki roynt í 17 ár, men tað finna vit heilt víst útav, sigur Atli Gregersen.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45.