Atli: Hetta er ein 50/50 dystur (FM1)

(FM1) Hoyr hvat liðskiparin hjá Víkingi hevði at siga 45 minuttir undan Europa Conference League dystinum móti Europa FC

##med2##

 

Í kvøld klokkan 19 skal Víkingur spæla fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League móti Europa FC úr Gibraltar.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.

 

- Hetta er ein 50/50 dystur, staðfestir liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen. 

 

- Tað verður torført at vinna í Gibraltar, og tí mugu vit hava eitt gott útgangsstøðið við heimasigri her, segði Atli Gregersen 45 minuttir undan dystinum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Atla Gregersen. 

 

Samrøða við Atla Gregersen undan dystinum móti Europa FC

Samrøða við Atla Gregersen undan dystinum móti Europa FC