Atli: HB vann uppiborið men René slapp væl

(FM1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen sum saman við liðfeløgunum tapti 1-3 móti HB á útivølli í dag

##med2##

Víkingur eru dragnaðir í FM-stríðnum. Fýra av teimum seinastu fimm dystunum eru taptir, og í dag tapti Víkingur 1-3 móti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Víkingur var á odda 1-0 í steðginum við einum máli sum Andrias Lava Olsen skoraði, men í seinna hálvleiki søkti Adrian Justinussen Víking við einum reinum hattricki.

Um dystin sigur liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, at HB vann uttan iva ein uppibornan sigur, men hann heldur, at áðrenn HB kom á odda 2-1 við einum brotssparki René Shaki Joensen vann HB átti sami René Shaki Joensen at fingið seinna gula kortið í einari frísparksstøðu, soleiðis sum Atli Gregersen sá støðuna.

Hóast níggju stig eru upp til B36 á fremsta plássi slær Atli Gregersen fast, at teir í Víkingi hava nógv at spæla fyri, og fyrsta stigið á leiðini verður at vinna á ÍF á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu komandi sunnudag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Atla Gregersen. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum sum komu í dystinum millum HB og Víking. Hoyr eisini samrøðuna FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe. 

(Samrøða: Atli Gregersen)