Atli: Hatta var eitt reint 13 tal til okkum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr liðskiparan seta nøkur litrík orð á føroyska sigurin ímóti Liktinstein

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann altíð litríka liðskiparan hjá føroyska landsliðnum, Atla Gregersen seta orð á 3-2 sigurin hjá Føroyum ímóti Liktinstein í Marbella í Spania fyrr í kvøld.

 

Atli Gregersen hevði ikki trúð at skula uppliva tann dag, at Sølvi Vatnhamar fór at skora fyri føroyska landsliðið, sjálvandi sagt við einum skálkasmíli: - Tá Sølvi fær mál ber alt til, sigur liðskiparin flennandi. 

 

Liðskiparin er fegin um allar sigrar til Føroyar, og tí gevur hann sær og liðfeløgunum eitt 13 tal eftir gamla karakterskalanum. Tí tá tað kemur til stykkis er Atli Gregersen ógvuliga svart/hvítur: - Ein sigur er altíð góður, og tí skulu vit hava eitt 13 tal fyri dystin, slær Atli Gregersen fast.