Atli: Har er eingin greið dómaralinja

(Ljóðsamrøður) Hoyr prátini, sum vóru gjørd við Atla Gregersen og Finn Justinussen

Atli Gregersen og Finnur Justinussen hjá Víkingi fegnaðust báðir um 2-0 sigurin á B36 í Gundadali í dag, tá Tróndur Arge fekk orðið á teir, samstundis, sum báðir iðra seg um øll tey mistu stigini hjá Víkingi fyrr í hesum kappingarárinum.

 

Atli Gregersen var tó ikki bara fegin. Hann sigur seg milt sagt ikki skilja ta misjøvnu linjuna hjá teimum føroysku dómarunum, har eitt er galdandi í dag, og eitt annað er galdandi í næstu viku. Atli var sera harmur um gula kortið hjá sær, sum ber leikbann við sær. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Atli Gregersen og Finnur Justinussen søgdu við Trónd Arge, aftaná dystin ímóti B36.