Atli Hansen: Formaðurin tók Sambandsflokkin við í fallinum

Tað hevur í valstríðnum staðið øllum sambandsfólki greitt, at okkara sambandshugsjón hevur verið illa vard. Fyri umleið einum mánaði síðan hildu meira enn 30% av føroysku veljarnum, at tað var rætt at seta kross við Sambandsflokkin. Tann seinasta mánaðin minkaði stuðulin til Sambandsflokkin meira enn 7% points ella við øðrum orðum, so misti flokkurin henda mánaðin umleið 25% av stuðlinum. Úti við 2000 atkvøður. Tað er álvarsamt

Tað hevur verið sagt, at Sambandsflokkurin vanliga hevur góðar meiningakanningar, men vánalig val. Hetta er ein táta, sum leiðandi sambandsfólk ofta hava uggað seg við. Men hetta er ein kávan útyvir, at flokkurin ikki hevur nóg gott fólk í fremstu røð til at verja hugsjónina í valstríðnum. Og hesaferð var tað út av lagi vánaligt. Sjálvmál eftir sjálvmál gjørdu, at man sum limur í flokkinum hevði bestan hug at venda øllum baki og sløkkja fyri tólinum.

Orðaskiftið í sjónvarpinum sunnukvøldið - um man kann kalla tað orðaskifti - avdúkaði uttan náði veikleikarnar hjá flokkinum. Ein formann við einum skattareformi, sum var loyniligur og so annars bert upplestur frá stevnuskránni, ein røð av fittum, men anonymum (mest) konufólkum, sum lósu eitt ella annað upp. Hvar vóru profilarnir í flokkinum, hvar vóru seljarnir av sambandshugsjónini hetta kvøldið? Hvar vóru teir, sum vóru pápar at skattareforminum og kundu greiða frá tí geniala í honum?

Valið var ein katastrofa fyri formannin, og tað kunnu vit øll vera kedd um hennara vegna. Hon misti helvtina av atkvøðunum í sínum egna valdømi - næstan óhoyrt, men tað sum var verri var, at hon tók øll hini valdømini við í fallinum. Tað er eingin grund til at válka sær í hesum ella gera bronglutar tulkingar, tí úrslitið er so eintýðugt og peikar beinleiðis á formannin. Tí átti hon frá morgninum av mikumorgunin at havt tikið ábyrgdina fyri vanlukkuni og tikið seg aftur og latið næstformannin tikið yvir til onnur loysn er funnin á leiðslutrupulleikunum. Nú hoyrist so at hon hevur brúkt dagin til rannsakan og tikið avleiðingarnar, og tað er gott, men nakað seint.

Við framhaldandi at krøkja seg til maktina hevur formaðurin givið møguleika fyri øðrum tulkingum av valúrslitinum. T. d. hevur DR TV allan dag givið dønum ta fatan, at sambandshugsjónin er minkandi í Føroyum, tí flokkurin gekk aftur. Tey fáa einki at vita um eitt skot í fótin, tí formaðurin ikki kundi greiða frá, hvat politikk flokkurin fór at føra.

Um hesum flokki skal vera lív lagað, má man til at velja leiðslu eftir evnum til at leiða, savna og greiða sambandshugsjónina og ikki eftir ættargrein ella øðrum óviðkomandi dygdum. Ikki fyri at tekkjast ávísum persónum.

Hetta arbeiðið eigur at verða farið undir beinan vegin, soleiðis at limirnir longu á landsfundinum í mars mánaði - og kanska fyrr - fáa møguleika fyri at seta eina aðra leiðslu inn. Eina leiðslu við nevndu dygdum og við framtíðini fyri sær.

Flokkurin við tí bestu stevnuskránni hevur eisini uppiborið at fáa ta bestu leiðsluna. Gerið honum hesa tænastuna.

Viðringarmest
Atli Hansen
sambandsmaður