Atli Hansen 60 ár

Sunnudagin 3. august fylti Atli Hansen í Fuglafirði 60 ár.

Hann er sonur Kristiannu Hammer av Eiði og Hans David Hansen í Fuglafirði.
Hann tók læraraprógv í Havn í 1966, var lærari í Lorvík til 1971 og hevur verið lærari í Fuglafirði síðani. Hann hevur verið talu- og hoyrilærari og ráðgevari fyri Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina hjá Landsskúlafyrisitingini síðani 1987. Hann var á ársskeiði í tónlist á Danmarks Lærerhøjskole 1974-75, tók prógv sum serlærari í 1986 og talu- og hoyrilærari árið eftir.
Atli er tónleikari og spældi sum ungur í popporkestri. Hann er giftur við Inger Kristinu Heilberg úr Helsingør.