Atli Gregersen! Vitan ella hugburður!

Nú valið er av, og fólkið hevur talað, eru tað framvegis nakrir tenorar í doyggjandi kórinum, ið vilja gera vart við sína fantasihugsjón um fiskidagaskipanina.

Hvat hugsar hesin framstandandi maðurin í Vágunum um onnur? Sjálvandi ynskja øll, at fiskastovnarnir er so stórir sum møguligt. Trupulleikin er, at hetta má gerast í samsvari við tær fortreytir, ið náttúran gevur okkum, og ta veiðiskipan, vit hava, nevniliga fiskidagaskipanina.
Tað amboð, ið Atli metir vera tað besta, er at skerja fiskidagar. Jú, gamaní hevur hetta verið tað einasta amboðið, ið hevur verið brúkt, og vit síggja og kenna úrslitið av tí. Flotin er fíggjarliga mergsogin. Atli kundi sjálvur roknað upp á tað, um hansara egna yrki varð regulerað við einum líknandi amboði. Nei, Atli, halt tú teg til tað, tú hevur skil á, og lat nú politikkin koma á beint viðvíkjandi fiskidagaskipanini.
Vit skulu ikki skerja meira fyri at fáa roknistykkið at passa fyri fólk við somu áskoðan sum Atli. Vit skulu broyta roknistykkið, soleiðis at tað samsvarar við veruleikan. Tá veruleikin er, at náttúran ikki spælir við, so skal roknistykkið ikki brúkast ímóti teimum, ið liva av hesum. Antin tora vit at hava fiskivinnu á landgrunninum ella ikki.
Fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi. Vit, ið hava eitt sindur við landgrunnin at gera, vita, at toskur og hýsa heldur til á ávísum leiðum. Hesar leiðir hava ikki verið troyttar í fleiri ár. Tað er óvanligt, at so lítið hevur verið fiskað á hesum leiðum. Hetta er eitt faktuelt fyribrigdi, ið verður skúgvað til viks av slíkum sum Atla. Og tað løgna við hesum er, at vit framvegis verða roknaðir fyri at troytta hesar leiðir fyri tosk og hýsu. Tað er beinleiðis ósømiligt, nú samráðingar eru um nýggja samgongu, at koma við slíkum óundirbygdum uppáhaldi, og vísa á, at besta og fremsta amboðið er at leggja forðingar í vegin. Vinnan má og skal hava møguleikar NÚ. Hetta er avgerandi fyri framtíðarinnar Føroyar.
Tá vitanin er til staðar, skuldi tað ikki verið trupult at bygt nýggja samgonguskjalið á møguleikar heldur enn forðingar.
Vónandi skilja tey fólkavaldu trupulleikan í einum heildarsamanhangi, har ØLL vitanin verður aktiverað. Ikki bert tann ástøðiliga ...