Atli Gregersen: Vit skulu skjóta mál

Europa fótbóltur: Víkingur skal helst vinna dystin í kvøld, tí tað er torført at spæla í Gibraltar

Eftir fýra ár uttan evropiskan fótbólt, skal Víkingur aftur umboðað Føroyar í altjóða kapping. Víkingur hevur verið tiltikið steypalið síðani stovningardagin, og úrslitini í Evropa hava verið góð, men nú er langt síðani seinast.

 

- Støðan er eitt sindur øðrvísi í ár, tí nú hava helvtin av spælarunum ikki spælt í Evropa fyrr. Hetta er nýtt fyri nakarar spælarar og tað mugu við taka við í roknistykkið, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi.

 

Hann heldur fyri, at Víkingur avgjørt hevur ein góðan møguleika at koma víðari, men hann kemur við eini ávaring.

 

- Vit skulu skjóta mál í kvøld. Vit skulu helst vinna heimadystin, tí tað er nógv torførari at spæla í Gibraltar, enn fólk kanska halda. Vit síggja, at í fleiri førum klára liðini har at spæla javnleik á heimvølli móti sterki liðnum. Tað kemur helst av umstøðunum. Tað er sera heitt og vøllurin er ikki góður. Tí skulu vit gjarna vinna í kvøld, sigur Atli Gregersen.

 

Tað legst afturat møguleikunum hjá venjaranum, Jóhan Peturi Poulsen. Ari Olsen og Finnur Justinussen eru báðir klárir eftir drúgvan skaðasteðg, og tað ljóðar, at Andreas Lava Olsen eisini er tøkur til eitt innhopp. Hann hevur sitið yvir í eina tíð, men hevur vant í vikuni.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19. FM1 byrjar at senda klokkan 18.30. Viðmerkjari verður Hans Jørgen Djurhuus.