Atli Gregersen: Vit fyrireika okkum til kríggj!

Tað verður grannakríggj, tá Víkingur í kvøld tekur ímóti ÍF í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. - Tá tað er grannauppgerð kunnu vit tosa um taktik fram til jólaaftan, men tað er lokalt fótbóltskríggj. Tá ræður um at vinna sínar tvídystir og so taka tað har frá, sigur Atli Gregersen.

Víkingur vann í fjør Løgmanssteypið, men tað hevur ikki gjørt menn mettar í Gøtu og Leirvík og teir ætla sær aftur í steypafinaluna.

- Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit kunnu prógva bæði fyri okkum og hinum, at tað ikki var av tilvild, at vit vunnu steypakappingina í fjør, sigur landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Atli Gregersen.

Um dystin sigur Atli:

- Eg eri spentur, men samstundis eitt sindur stúrin, tí vit blivu hólvaðir av í Gøtu seinast vit spældu ímóti teimum. Tí mugu vit klárir til dystin um vit ætla okkum til finaluna, sigur landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Atli Gregersen.

Tað kom illa við hjá Víkingi, at liðskipari Niclas Niclassen fekk reytt kort í seinasta dystinum og er leikbannaður

- Niclas Niclassen er leikbannaður, meðan Hans Jørgin Djurhuus er byrjaður at venja aftur. Eg og Súni Olsen hava verið við landsliðnum, men vit eru báðir væl fyri og klárir at dystast um finaluplássi á Summarfestivalinum. Vit ætla at prógva, at tað ikki var av tilvild, at vit vunnu steypakappingina í fjør.

Dysturin í Gøtu byrjar klokkan 18.30 og Rás2 sigur frá dystinum. Byrja verður at senda kl 17.