Atli Gregersen torir altíð at standa við sítt orð, og dugir væl at orða seg, men aftaná dystin millum HB og Víking, sum HB vann 2-1 á ovara vølli í Gundadali brúkti Atli tey stóru lýsingarorðini. Bæði um manglandi dómaralinju og manglandi ljósið á ovara vølli í Gundadali o.o. viðurskifti.
Tróndur Arge fekk eisini orðið á ein meiri diplomatiskan Kristin R. Mouritsen hjá HB, sum sjálvandi var fegin um at hava vunnið ein torføran dyst á einum sterkum liði.
TRÝST á PÍLIN uppiyvir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen og Kristin Restorff Mouritsen.