TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann altíð litríka liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen fortelja hvussu hann upplivdi støðuna í Fuglafirði ígjár, har ÍF leikararnir og venjari teirra Jógvan Martin Olsen gjørdu krav um, at talan var um brotsspark.
Atli Gregersen kemur eisini inn á teir "Tveir metur og 25 og 100 kg", sum hann verður sagdur at hava í longd og vekt nú.
Í samrøðuni verður eisini tikið samanum avrikið hjá Víkingi higartil, og komandi uppgávuna hjá landsliðnum ímóti Liktinstein annan páskadag.