Er tað nakar spælari á føroyska landsliðnum, sum sigur tingini sum tey eru, uttan at balla tey inn, so er tað Atli Gregersen.
BBC hevur fingið orðið á Atla Gregersen. Atli sigur við BBC, at nógvir føroyskir fótbóltsspælarar ikki fáa tað viðurkenning teir hava uppiborið, tí restin av Europa hyggur niður á Føroyar. - Eg vóni, at fólk vilja hyggja eftir okkara spælarum og geva teimum ein møguleika. Vit hava nógv rá talent í hópinum. Eg skilji als ikki hví summir av okkara ungu spælarum ikki hava sáttmálar her og kring Europa, sigur Atli við BBC.
- Vit hava eitt gott fótbóltskervi. Vit eru bert 50.000 fólk, men okkara spælarar eru ærligir, og vit hava eina mentan sum minnir um tað bretsku. Vit spæla fótbólt, tí vit elska spælið. Eg kenni ofta tá vit fara uttanlands, at vit ikki fáa ta virðingina vit hava uppiborið. Vit hava fingið nøkur góð úrslit, og vit spæla altíð við hjartanum. Fyri okkum er tað sum at fara í kríggj, sigur tann væltalandi Atli Gregersen við BBC.
Hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, John McDonnell er samdur við Atla: - Vit royna at fáa spælarar út um Føroyar, so teir kunnu spæla á einum hægri støði. Vit hava givið nógvum ungum spælarum møguleikan á landsliðnum hesaferð. Ì hópinum hava vit heilar níggju spælarar, sum eru undir 21 ára aldur. Ùtlendsk fótbóltsfeløg burdu ogna sær føroyskar spælarar, tí tað er ikki ein dýr íløga. Føroyski spælarnir eru ærligir, og eru likamliga væl fyri. Teir hava ein góðan hugburð eisini, sigur John McDonell.










