Rás2 sendi í gjár nakað út á kvøldið, eftir at Víkingur vann 4-1 á Trepca 89 úr Kosovo. Við samlaum sigri á 6-2 er Víkingur víðari til 2. umfar í innleiðandi Champions League kappingini.
Les eisini: Víkingur framdi stórt bragd
Ein av gestunum var liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sum sjálvandi var í góðum lag eftir sigurin. Skemtiliga megnar hann at seta orð á kenslur og hendingar í samband við stóru løtuna, nú Víkingur á fyrsta sinni hevur spælt í Champions League – og vunnið seg víðari.
Les eisini: (Video) Her eru málini hjá frá Víkingur-Trepca 89
Víkingur skal í 2. umfari spæla móti íslendsku meistarunum, FH, sum hava føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, í mál. Atli Gregersen heldur, at FH er favorittar at koma víðari, men at Víkingur fer at geva teimum skarpan gang.
Les eisini: (Rás2) Hoyr málini úr Kosovo
Hann greiðir eisini frá dystargongdini og upplivingini at spæla frammanfyri 16.000 áskoðarum við Víkingi. Sølvi Vatnhamar skoraði tvey mál, Sorin Anghel eitt, meðan tað fjórða verður skrivað sum sjálvmál.