Atli Gregersen og Jákup á Borg hugleiddu

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hugfarsligu løtuna, tá Jákup á Borg og Atli Gregersen hugleiddu aftaná dystin í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hugfarsliga ólavsøkuprátið Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen hjá Víkingi og við Jákup á Borg hjá B36 aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi fyrr í dag.

 

Tróndur Arge hevði sett báðum veteranunum stevnu fyri at meta um møguleikarnar hjá teirra liðum tað, sum eftir er av effodeildini 2016. 

 

Jákup á Borg hevur avskrivað FM-vónina, men undirstrikar, at tað hevur sera stóran týdning at røkka einum evropeiskum plássi. Atli Gregersen heldur B36 verða eitt somikið gott lið, at hann væntar, at B36 fer at fáa eina góða endastøðu. Í egnum lagi sær Atli Gregersen møguleikar fyri, at tað kann koppa teirra veg í FM-stríðnum.

 

Nomið var eisini við hvussu menn ætla at halda ólavsøku.