Føroyska landsliðið, sum byrjar á vøllinum ímóti Serbia í kvøld, er mannað soleiðis:
Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen - Bogi Løkin, Atli Danielsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Símin Samuelsen - Christian Lamhauge Holst.
Fyri tað mesta er landsliðið mannað við spælarum, sum hava spælt rættiliga fast við liðnum í hesari undankappingini, men eitt undantak er. Tað er miðverjin Atli Gregersen, sum spælir sín fyrsta landsdyst í kvøld.
Serliga merkisvert er tað, at tað hvørki millum teir fyrstu ellivu ella á beinkinum er pláss fyri Andreas Lava Olsen úr Víkingi, sum higartil hevur verið ein tann besti álopsspælarin í Vodafonedeildini.
Á beinkinum sita Meinhard Joensen, Bartal Eliasen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør, Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum.
Teir fýra, sum tað ikki var pláss fyri, eru Herbert í Lon Jacobsen, Johan Eivind R. Mouritsen, Palli Augustinussen og Andreas Lava Olsen.