Atli Gregersen: It will end in tears for Brazil

(Eg og mítt HM) Liðskiparin á Víkinga liðnum er ikki í iva, tá hann metir um møguleikarnar hjá Brasil til HM.

Liðskiparin hjá Víkingi hevur ikki stórar vónir til vertirnar úr Brasil komandi HM endaspæl. Harafturímóti væntar hann sær nógv av Argentina, ið hann samstundis eisini heldur við.

 

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Tað verður eitt deiligt summar við HM. Eg gleði meg at brúka tíð saman við familjuni, meðan HM samstundis er. 


Hvørjum fert tú at halda við og hví?


- Argentina er mítt lið. Omma og abbi í Gøtu áttu eitt VHS band við HM 86, so kongurin Diego Maradona gjørdi meg til Argentina fjeppara sum 4 ára gamal.


Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?


- At vita um fótbolturin verður ávirkaður av at HM verður hildið í Suðuramerika.


Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Sum sagt HM í 1986 er tað fyrsta sum eg minnist. Samstundis eri eg føddur 15 juni 1982, tá HM var í Spania. Mær er fortalt at pápi og farbróður sótu og hugdu eftir HM meðan mamma baksaðist við at fáa meg út. So HM og eg hoyra saman. 


Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- 1990, haldi eg sá allar dystirnar.


Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Argentina, Týskland ella Spania. It will end in tears for Brazil.


Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Lionel Messi.

 

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal

Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen