Atli gevur avboð

Jógvan Martin Olsen sendi í morgun boð eftir miðvallarleikaranum hjá HB, Kára Nielsen, at koma við landsliðnum til Estlands at spæla landsdyst mikukvøldið 4. juni.

 

Neyðugt var við einum nýggjum manni, tá tað kom avboð frá Atla Danielsen. Atli spælir við Frem í Danmark, og tá Frem skal spæla týdningarmiklan dyst í donsku kappingini, ber ikki til hjá honum at koma við til Estlands.

 

Kári Nielsen er 27 ára gamal og hevur spælt seks landsdystir fyri Føroyar.