Tað hevur hingið í leysum lofti, um Atli Gregersen var á vøllinum fyri síðstu ferð í fremstu røð, tá ið Víkingur leygardagin spældi steypafinalu ímóti HB.
Nú er tað greitt, at 38 ára gamli Atli Gregersen eisini í 2021 verður á besta liðnum hjá Víkingi.
Víkingur skrivar soleiðis ídag:
Okkara liðskipari nógvu síðstu árini, Atli Gregersen, hevur valt at taka eitt tørn afturat fyri felagið, og hevur skrivað undir ein 1 ára sáttmála.
Vit kenna øll Atla, og vita hvat hann kemur við.
Vit fegnast sjálvandi um at Atli komandi ár heldur fram á okkara Betri liðið, og vit ivast ikki í at Atli hevur nógv at bera víðari til okkara ungu leikarar.
Atli Gregersen hevur sambært faroesoccer.com spælt 352 dystir í bestu deildini.










