Atli í Frem

Atli Gregersen var við á liðnum hjá Frem, sum spældi venjingardyst ímóti B93 mikukvøldið. Bæði Jónas Tór Næs, sum hevur spælt í felagnum í fleiri ár, og Atli Gregersen komu á vøllin í hálvleikinum í dystinum.

Jónas spældi høgri bakkur, meðan Atli varð settur inn í miðverjuna. Atli Gregersen hevur áður roynt seg í donskum fótbólti, men hann hevur verið heima og spælt í tvey tey seinastu kappingarárini við GÍ. Atli fór av landinum aftur miðskeiðis í kappingini í fjør, og nú roynir hann seg í 1. deildarfelagnum Frem. Málmaðurin Gunnar Nielsen var ikki á vøllinum í dystinum ímóti B93, sum endaði við javnleiki 1-1. Heimasíðan hjá Frem skrivar, at liðið fekk betur tak á dystinum í seinna hálvleiki, tá ið tað eisini eydnaðist at javna leiðsluna hjá B93.