Atli fekk tveir dystir

Kappingarnevnd FSFs hevur tillutað Atla Gregersen tveir dystir leikbann.

Reyða kortið, sum Atli Gregersen fekk í dystinum ímóti ÍF mánakvøldið, kostar honum tveir teir næstu dystirnar í leikbanni. Tað hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørt av.


Hetta merkir, at hann ikki verður tøkur í 18. og 19. umfari. Teir dystirnir eru báðir heimadystir hjá Víkingi ímóti ávikavist EB/Streymi og AB.


Vegna stórsteypadyst, landskapping, steypakapping og Europa League, hevur 32 ára gamli miðverjuleikarin spælt heili 26 dystir higartil hetta kappingarárið.