Í gjár vóru teir fyri triðju ferð í eldinum, og aftur hesa ferð eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Harvið hevur Frem burturúr trimum landskappingardystum í vár vunnið sjey stig. Frem hevði vitjan av botnliðnum Århus Fremad, og Frem vann 3-0. Frem hevur nú vunnið seg upp á sætta plássið, men tað er møguleiki fyri, at teir seinni í dag fara at detta eitt sindur niður á støðutalvuni. Atli Danielsen er fastur maður á sentrala miðvøllinum hjá Frem, og Gunnar Nielsen er eykamálverji.