Hetta er einasta stigið FC Roskilde hevur fingið í tríggjar dystir, so klaksvíkingurin og liðfelagar hansara eru onkursvegna steðgaðir upp.
Hetta sást eisini aftur á vøllinum í dag, tí dysturin var merktur av nógvum persónligum mistøkum. FC Roskilde hevði annars fleiri kjansir og burdi eisini skora fleiri mál enn tað eina, men tað eydnaðist ikki hjá teimum. Hinvegin fekk Næstved eisini eitt mál, so tað endaði við javnleiki 1-1 í Roskilde í dag.
Atli Danielsen, sum spældi á sentrala miðvøllinum eins og vanligt, fekk eitt gult kort og er tískil leikbannaður næsta dyst. FC Roskilde hevur við javnleikinum í dag 19 stig og er nummar sjey í deildini, men er bara eitt stig aftanfyri FC Vestsjælland, sum er nummar fimm.










