Atli fekk einki gjørt

Undan dystinum lá FC Fyn aftast við bara tíggju stigum eftir 14 dystum, men við at vinna 2-0 á FC Roskilde í dag, hálaði liðið seg tvey pláss upp eftir stigatalvuni.

 

Gongdin hjá FC Roskilde seinastu dystirnar er einki at reypa av. Fýra dystir uttan at vinna merkir, at liðið nú er dottið aftur á eitt 9. pláss í næstbestu donsku fótbóltsdeildini og hevur 19 stig. Fyri einum mánaði síðani var FC Roskilde nummar fimm í deildini, eitt stig aftanfyri liðið á fjórða plássi.