Tað veit Norðlýsið at siga í dag. Blaðið skrivar á netinum, at vátt er komið í reiðrið millum varaborgarstjóran, Alta S. Justinussen, og borgarstjóran, Karl Johansen.
Orsøkin er, at varborgarstjórin ikki sleppur í borgarstjórastólin, tá borgarstjórin er uttanlands.
Atli S. Justinussen sigur við Norðlýsið, at hann hevur boðað borgarstjóranum frá, at hann ikki møtir á samgongufundum fyribils.
Orsøkin er, at Karl Johansen, borgarstjóri, hevur brotið eina avtalu teirra millum. Avtalan skal snúgva seg um, at varaborgarstjórin skal vera virkandi borgarstjóri, tá Karl Johansen er uttanlands.
Og borgarstjórin hevur sambært Atla S. Justinussen verið uttanlands í desember – uttan at lata varaborgarstjóranum lyklarnar til skrivstovuna hjá borgarstjóranum, sigur Atli S. Justinussen við Norðlýsið.












