- Pápi mín byrjaði sum Baader-umboð í Føroyum í 1971, men áðrenn tað var hann í Føringahavnini í Grønlandi í 10 ár. So, hann tók faktiskt sítt Bader-umboð heim við sær úr Grønlandi.
Tað sigur sonurin og dugnaligi Baader-mekanikarin, Atli Larsen, um pápa sín, Petur Larsen. Teir báðir arbeiddu saman í fyritøkuni í nógv ár, og tá Petur Larsen gavst vegna aldur, tóku Atli og beiggin, Rógvi Róin, yvir.
Í fyritøkuni P/F Petur Larsen í Fuglafirði starvast í dag eini 27 fólk. Teir hava eisini havt eina aðra fyritøku, PL Stórbilar í Hvalvík, og her arbeiddu eini 10 fólk, men hesa fyritøku hava teir selt.
Ein stórur partur av arbeiðnum í Fuglafirði er smiðjuarbeiði, og síðan eru einir seks mans, sum ferðast kring um í Føroyum og uttanlands – til virkir og skip – at umvæla Baader-flakamaskinur.
Fólk hjá P/F Petur Larsen hava ferðast næstan kring allan knøttin í tænastu sum Baader-mekanikarar, og ein hin royndasti er Atli Larsen sjálvur.
- Vit hava verið í eitt nú USA, Alaska, Grønlandi, Íslandi, Pólandi, Litava, Fraklandi, Svøríki, Noreg, Danmark – ja, eg havi enntá verið í Bangladesh og sett maskinur upp, sigur Atli Larsen.
Hann vísir á, at tað er blivið eitt rættiliga spennandi arbeiði at veita tænastur til virkir kring knøttin, sum arbeiða við Baader, og í dag hava teir eitt fantastiskt samstarv við Bader í Danmark.
- Tað var tann tíð, tá tað líka sum var ein gjógv millum partarnar, men soleiðis er ikki longur. Vit hava verið í Danmark og hava ferðast runt til virkir saman við donsku umboðunum.
Atli Larsen visir á, at samstarvið millum føroysku og donsku fyritøkuna nú eisini er blivið til tað, at teir skulu til Danmarkar at seta Baader-maskinur í stand har.
Lesið forvitnisliga grein við Atla Larsen í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar kring landið seinnapartin í dag.