Hóast teir ikki vóru í sama flokki, og bert okkurt tíðarskeið í samgongu, minnist sambandsmaðurin Jógvan Ingvard Olsen samstarvið millum hann og Atla Dam sum serliga positivt og fruktagott og altíð við einum virðiligum tóna.
Bráður men tolin
Fyrsta løgmansskeiðið hjá Atla Dam sat Jógvan Ingvard Olsen í Havna- og veganevndini, meðan Atli umsat samferðslumál. Hetta gjørdist samstundis byrjanin til eitt 24 ára langt samstarv teirra millum, sum Jógvan Ingvard minnist sum sera mennandi.
- Eitt tað fyrsta, eg legið til merkis við Atla Dam, var, hvussu óvanliga nærlagdur og arbeiðsamur hann var. Hann kundi vera sera bráður onkuntíð, tí hann vildi síggja úrslit, men samstundis vísti hann eitt ótrúligt seiggi og tol, tá støðan kravdi tað. Serliga í samráðingum sóðu vit, hvussu hann treiskur helt á at argumentera ? eisini tá flest onnur mundu havt hug at gevast. Úrslitini, hann náddi sum samráðingarmaður, kunnu vit bara vera errin av, men vit, sum vóru við, vita, at tað kravdi eina heilt serliga persónligheit at røkka teimum. Og tað hevði Atli Dam. Hann var ein stór politisk persónligheit, sum eg hevði ómetaliga stóra virðing fyri, sigur Jógvan Ingvard Olsen.










